Innanlands

Spreingimotta endaði í túninum

Arbeiðseftirlitið varð boðsent, og málið verður nú kannað nærri

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-22 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sprongt verður í sambandi við lendisarbeiði norðanfyri parkeringsøkið á Vága floghavn, og seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein stórur klettur varð endaður í túninum hjá einum virki á ídnaðarøkinum einar 100-150 metrar burtur.

– Hetta ljóðar eitt sindur ógvusligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, men tá vit komu á staðið staðfestu vit, at talan var ikki um ein klett men um eitt petti av einari spreingimottu.

Talan var um eitt petti, sum var um 20 x 25 cm stórt, og tíbetur varð eingin raktur av tí, sigur vaktleiðarin.

Arbeiðseftirlitið varð boðsent, og málið verður nú kannað nærri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder