Tvær spreingar kravdu í gjár í minsta lagi 100 mannalív í somaliska høvuðsstaðnum Mogadishu.
Orsøkin til spreingingarnar vóru tvær bilbumbur uttanfyri somaliska undirvísingarmálaráðið. Sambært talsfólki hjá lokalu løgregluni er tað islamiska hernaðarrørslan, al-Shabaab, sum stendur aftanfyri, skrivar Ritzau.
Al-Shabaab hevur í meira enn eitt áratíggju roynt at koppa stjórnina í Somalia og taka valdið í landinum. Rørslan hevur framt fleiri bumbuálop, rættað ímóti bæði hernaðarstøðum og sivilum málum sum gistingarhús og handilsmiðstøðir.
Umframt tey 100, sum lótu lív, vórðu 300 persónar eisini særdir av spreinginunum. Hassan Sheikh Mohamus, forseti í Somalia sigur, sambært Reuters, at talið á deyðum kann økjast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald