2021-07-27 11:43
Fimm persónar eru saknaðir, og eitt ókent tal hava fingið skaða eftir eina ógvusliga spreinging í kemiverksmiðjuni Bayer AG í týska býnum Leverkusen.
Tað upplýsir týska løgreglan á Twitter.
- Tamarhald er ikki á støðuni í Leverkusen-Wiesdorf. Vit eru til staðar við nógvum fólkum og royna at fáa greiði á støðuni. Fleiri eru særd, skrivaði løgreglan.
Fleiri vegir eru stongdir og myndugleikarnir heita á fólk, um at geva pláss fyri neyðsendarakførum.
Enn er óvist, hvør orsøkin er til spreingingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald