2019-03-10 12:25
Fyrrapartin í dag var ein spreinging í einum bussi í miðbýnum í Stockholm.
Talan er um ein buss, sum brúkar gass, og sambært lokala sløkkiliðnum, er helst talan um eitt óhapp.
Bussurin rendi á eitt skelti beint við einari tunnel, og hetta er helst orsøkin til, at eldur kom í bussin, skrivar DR.
Sambært lokalu løgregluni vóru eingi ferðafólk í bussinum, og førarin slapp úr bussinum og varð koyrdur á sjúkrahúsið, men enn er ógreitt, hvussu hann hevur tað.
Løgreglan sær hetta sum eitt ferðsluóhapp, og eingin illgruni er um, at nakar stendur aftanfyri hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald