Fýra persónar eru vórðinir handtiknir í sambandi vð einum møguligum yvirgangsmáli í eingilska stórbýnum Liverpool fyrrapartin í gjár.
Orsøkin er ein spreinging í einum hýruvogni uttanfyri eitt sjúkrahús í miðbýnum í Liverpool. Ein maður lat lív, og hýruvognsførarin varð særdur. Sambært løgregluni er hann ikki í lívsvanda.
Í gjár vórðu tríggir mans, ið vóru ávikavíst 29, 26 og 21 ára gamlir, handtiknir, og í morgun var enn ein persónur handtikin.
Sjúklingar og starvsfólk á sjúkrahúsinum vórðu flutt úr bygninginum eftir hendingina, og økið varð avbyrgt.
Hendingin verður nú flokkað sum yvirgangur.
Hildið verður, at ferðafólkið í hýruvogninum aktiveraði eina bumbu inni í bilinum. Ferðafólkið lat lív. Enn er ikki greitt, hvat motivið var, skrivar BBC.
Í gjár markeraðu bretar Remembrance Sunday, ein árligur minningardagur til minnis um bæði hernaðarfólk og sivilfólk, sum luttóku í teimum báðum heimsbardøgunum, umframt í øðrum stríðum, sum hava verið síðani.
Dagførd kl. 12.49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald