Uttanlands

Spreinging í russiskari bumbuverksmiðju

79 fólk vórðu særd, og tvey fólk eru saknað

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2019-06-01 22:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

79 fólk vórðu særd í einari spreinging á einari bumbuverksmiðju í Russlandi. Tað upplýsir russiska heilsumálaráðið, sambært DR.

Hetta hendi um middagsleitið í dag á Kristall-verksmiðjuni í býnum Dsersjinsk uml. 400 kilometrar eystanfyri Moskva.

Spreingingin hoyrdist um allan býin, sum hevur 230.000 íbúgvar. Trýstbylgjan breyt, sambært lokalu myndugleikunum, rútar í 180 bústøðum.

Sambært talsfólki hjá russisku heilsumyndugleikunum er talan ikki um álvarsligar skaðar.

Tvey fólk eru tó saknað.

Leiðarin á verksmiðjuni varð koyrdur dagin áðrenn vanlukkan hendi orsakað av vánaligum trygdarumstøðum.

Sambært leiðsluni vóru bert fimm starvsfólk til arbeiðis, tá tað hendi.

Kristall-verksmiðjan framleiðir bumbur til russisku verjuna og spreingievni til sivil fólk.

- Talan var um eina tekniska spreinging í einari framleiðsluhøll. Síðani kom eldur í eitt øki á uml. 100 fermetrar, sigur ein lokalur embætismaður.

Lokalu myndugleikarnir hava lýst undantaksstøðu í Dsersjinsk og trimum økjum nærindis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder