Uttanlands

Spreinging við politistøð á Nørrebro

Hetta er seinna spreingingin, sum Keypmannahavn hevur upplivað hesa vikuna, men løgreglan heldur ikki, at talan er um eina yvirgangsatsókn

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-08-10 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um tvey-tíðina í nátt føroyska tíð varð ein politistøð á Nørrebro í Keypmannahavn rakt ev einari spreinging.

Bygningurin hevur fingið eitt sindur av skaða, men eingin fólkaskaði var, upplýsir løgreglan í Keypmannahavn sambært DR.

Tað var klokkan 3.18 lokala tíð, at løgreglan fekk fráboðan um eitt høkt buldur á Hermodsgade á Nørrebro. Alt økið er nú sperrað, meðan løgreglan kannar málið.

Løgreglan í Keypmannahavn upplýsir eisini, at tey hava eftirlýst ein mann í myrkum klæðum og ljósum skóm, sum varð sæddur renna burtur frá politistøðini á Nørrebro eftir spreingingina.

Hetta er seinna spreingingin, sum hevur verið í Keypmannahavn innan eina viku.

Týsdagin varð ein bygningur hjá danska skattastýrinum á Østerbro raktur av einari spreinging, og enn er ógreitt, hvør stendur aftanfyri henni.

Í gjárkvøldið upplýsti løgreglan, at tað var ídnaðarligt spreingievni, sum varð brúkt týsdagin.

Tað er ov tíðliga at siga, hvat slag av spreingievni varð brúkt í nátt, og um samband er millum hesa spreingingina og spreingingina týsdagin, men løgreglan heldur í løtuni ikki, at talan er um eina yvirgangsatsókn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder