Ukrainski høvuðsstaðurin Kyiv varð tíðliga í morgun raktur av spreinginum.
Tað boðar Vitali Klitschko, borgarstjóri í býnum frá sambært tíðindastovuni Reuters.
– Fleiri spreingingar í Darnytskyj og Dniprovskyj-býarpartunum av høvuðsstaðnum, skrivar hann á sosiala miðilin Telegram.
Hann sigur, at tilbúgvingin er á staðnum, og er í minsta lagi ein persónur koyrdur á sjúkrahús, men higartil eru ongar fráboðanir komnar um nakran, sum hevur latið lív.
Seinastu vikurnar hevur verið nøkunlunda friðarligt í Kyiv, eftir at russiski herurin hevur savnað seg meira um eystara partin av Ukraina. Millum annað hevur bardagi verið í býnum Sievierodonetsk í Luhansk-økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald