Í nátt hava tvær spreingingar verið í svenska høvuðsstaðnum Stockholm, og svenska løgreglan hevur handtikið fimm persónar í sambandi við hendingina.
Tað var um tvey-tíðina í nátt okkara tíð, at býlingurin Grimsta í vestara parti av Stockholm varð raktur av einari spreinging, og stutt eftir hetta var aftur ein spreinging í Bagarmossen í sunnara parti av býnum.
Sambært Ritzau eru ongar fráboðanir um fólk, sum hava latið lív ella fingið skaða orsakað av spreingingunum.
Løgreglan arbeiðir útfrá einum ástøði um, at í minsta lagi ein av spreingingunum kann hava samband við drápið á ein 20 ára gamlan mann, sum varð skotin og dripin í Grimsta 31. desember.
Løgreglan sær enn einki beinleiðis samband millum tær báðar spreingingarnar, men tað kann ikki útilokast, sigur løgreglan sambært SVT.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald