Innanlands

Spreingingar við ísraelsku sendistovuna í Danmark

Tvær spreingingar í Hellerup í nátt - í Stokkhólmi vórðu skot loyst av móti ísraelsku sendistovuni. Eingin er komin til skaða, men støðurnar eru viðgjørdar á stjórnarstigi

Sendistovan hjá Ísrael í Danmark liggur í í Hellerup, sum er partur av

Sendistovan hjá Ísrael í Danmark liggur í í Hellerup, sum er partur av "Stórkeypmannahavn". Síðani í nátt hava alskyns løgreglufólk verið til staðar har

2024-10-02 12:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nógv, sum búgva í vesturheiminum og sum við stórum áhuga - ella stikni - fylgja við ófriðinum í Miðeystri.

Fólk sum hava sterkar meiningar og áhugamál gera vart við tað á ymsan hátt, og seinasta samdøgrið hava álop verið á tvær ísraelskar sendistovur í Skandinavia.

Tann í Danmark liggur í Hellerup, sum er partur av "Stórkeypmannahavn". Tvær bumbur brustu nær við hana beint eftir klokkan trý í nátt.

Eingin kom til skaða, men løgreglan hevur síðani verið til staðar í stórum tali. Málið verður kannað gjølla, har løgreglan millum annað leitar eftir ítøkiligum lutum, skrivar tv2.dk.

Samskifti er eisini millum stjórnurnar í Svøríki og Danmark um støðuna. Tí í gjárkvøldið vórðu skot latin av móti ísraelsku sendistovuni í Stokkhólmi.

Heldur ikki har kom nakar til skaða, men støðurnar verða sjálvandi tiknar í størsta álvara.

Svenski miðilin Expressen skrivar, at trygdin kring sendistovuna í svenska høvuðsstaðnum er stór eftir fleiri hendingar. Onkur varð sæddur flýggjaður frá staðnum í gjárkvøldið, men enn er eingin handtikin í málinum.





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder