
Í sambandi við nýggja føroyska bókmentafestivalin fær Runavíkar kommuna forkunnuga rithøvundavitjan av bretsku Amy Liptrot. Hon vitjar í Bátafelagnum á Glyvrum hósdagin 27. februar kl. 16.30 og fer í samrøðu við Guðruna í Jákupsstovu at greiða frá sera væl umtóktu ævisøguni "The Outrun".
Amy Liptrot starvast sum journalistur og rithøvundur, og er búsitandi í Yorkshire í Englandi men vaks upp á einum lítlum bóndagarði í Orknoyum. Hon droymdi um at flyta burtur frá lítla samfelagnum og flutti fyrst til Edinburgh at nema sær útbúgving. Síðani flutti hon til til London, har hon búði í út við átta ár.
Men stórbýarlívið hevði avbjóðingar og freistingar við sær, og Amy gjørdist so mikið bundin at rúsdrekka og rúsevnum, at hon misti fótafestið. Hon flutti frá íbúð til íbúð, misti síni størv og at enda fór sjeikurin eisini frá henni. Í fleiri ár royndi hon at sleppa úr misnýtsluni men tað riggaði ikki fyrr enn hon ásannaði, at hon kanska bert hevði ein kjans afturat. Fyri at fóta sær aftur í lívinum flutti hon heim aftur til Orknoyar.
Alt hetta hevur hon skrivað um í virðisløntu og hugtakandi ævisøguni "The Outrun"
frá 2016, sum nýliga eisini er filmatiserað við Saoirse Ronan í leiklutinum sum Amy
Liptrot.
Hon hevur eisini skrivað essays um havsvimjing, og hevur sjálv brúkt havsvimjing fyri at styrkja og menna seg. Hennara nýggjasta bókaútgáva "The Instant" frá 2022 er eitt framhald av "The Outrun" og er á Sunday Times Bestseller listanum.
Tiltakið verður í Bátafelagnum á Bakka á Glyvrum frá kl. 16.30 og varir umleið ein tíma. Aftaná er møguleiki at dyppa og fara í flótandi sauna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald