2018-09-11 11:05
Ein bólkur av springarum verður í løtuni hildin til í Hvalvík.
Bólkurin varð funnin beint fyri klokkan 10 út fyri Kjalnesi, og gekk norðureftir.
- Tað er rættiliga fitt av springarum. Nokkso nógv, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.
Jacob Vestergaard sigur, at springararnir gingu í tveimum bólkum heilt inn móti sandinum í Hvalvík, har væl av fólki standa klár at taka ímóti teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald