Amerikanska rokkstjørnan Bruce Springsteen er skuldsettur fyri at hava koyrt við kenning einaverð í november. Tað upplýstu ákærumyndugleikarnir í New Jersey í gjár.
Sambært ákærumyndugleikunum koyrdi hann fyrilitaleyst og rúsdrekkaávirkaður í einum stongdum øki í náttúruøkinum Gateway National Recreation Area, skrivar Reuters.
71 ára gamli sangarin skal fyri rættin seinni í hesum mánaðinum at geva frágreiðing seinni í hesum mánaðinum. Hann nýtist ikki at møta upp – tað verður gjørt umvegis telefon.
Skuldsetingin hevur fingið bilaframleiðaran Jeep til at taka eina lýsing aftur, har Springsteen verður brúktur. Lýsingin varð sýnd fyrstu ferð í sambandi við Super Bowl farna vikuskiftið.
Bruce Springsteen, sum eisini verður kallaður “The Boss” hevur enn ikki sagt nakað alment um skuldsetingarnar.
Hendingin í november hendi bert fáar vikur eftir, at hann gav úr sína 20. heiuldarútgávu, “Letter to You”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald