Mentan

Sprotin.fo legst afturat stóra úrvalinum á Vevlýsingum

Nú kunnu føroyskir lýsarar raka alt frá skúlanæmingum til pensjonistar sum brúka orðabøkurnar samstundis

Dømi um nýggjan lýsingamøguleika á sprotin.fo

Dømi um nýggjan lýsingamøguleika á sprotin.fo

2019-10-08 08:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sprotin.fo er nú komin upp í stóra úrvalið, sum lýsarar hava á lýsingaskipanini Vevlýsingar. Tað hevur við sær, at lýsarar nú makaleyst kunnu røkka øllum teimum ymsu yrkisbólkunum, ið nýta Sprotan - tað merkir: øllum føroyingum í Føroyum og teimum nógvu úti í heimi.

Sprotin hevur 21 orðabøkur, og tað gevur eina heilt serliga breidd í brúkaraskaranum.

Brúkaratalið er seinastu árini vaksið støðugt, og farni mánaður gjørdist tann besti nakrantíð við 53.634 brúkarum.

- Vit ætla okkum at menna Sprotan uppaftur meira, og inntøkurnar frá lýsingunum fara at gera ta menningina lættari, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum.

Møguleikarnir á Vevlýsingum vaksa alsamt. Allir miðlar, sum eru við í skipanini, brúka somu lýsingastødd, og tí er lætt hjá fyritøkum og stovnum at koma út til allar málbólkar lætt og skjótt.

Umframt Sprotan eru millum annað portal.fo, dagur.fo, dimma.fo og jn.fo við í lýsingaskipanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder