Nú sleppa eldri fólk eisini framat at verða koppsett við Sputnik V koppingarevninum í Russlandi.
Fyri júst trimum vikum síðani byrjaði Russland at koppseta fólk móti covid-19 við Sputnik V, sum varð framleitt í landinum og skrásett longu í august.
Tey fyrstu, sum sluppu framat vóru heilsustarvsfólk og onnur, sum vóru í vandabólki. Hetta var tó ikki galdandi fyri fólk yvir 60 ár, tí at aðrar kanningar skuldu gerast við hesum aldursbólkinum fyrst, skrivar tíðindastovan Reuters.
Men í dag hevur russiska heilsumálaráðið so góðkent Sputnik V til eldri fólk.
Sambært heimasíðuni sputnikvaccine.com er koppingarevnið 91,4 prosent effektivt.
Fleiri hava verið í iva um góðskuna av Sputnik V, sum er eitt av tveimum koppingarevnum framleitt í Russlandi. Orsøkin var, at evnið ikki hevði verið ígjøgnum øll royndarstigini, tá tað bleiv góðkent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald