Spyr Meg er ein undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna. Tríggir limir eru í nevndini, sum verða valdir fyri tvey ár.
Í løtuni er Dánial Gram Høgnsen, ættaður av Viðareiði, er formaður. Dánial arbeiðir til dagliga á verkstaðnum Vón á Argjum. Meiken S. Olsen úr Havn, ið eins og Dánial kom í nevndina í 2013, er saman við Hildu Poulsen nevndarlimir. Meiken starvast í Kringvarpinu, og Hilda, sum kom í nevndina fyrr í ár, gongur á serbreytini á Glasum. Øll í nevndini eru búsitandi í Hoyvík.
Nevndin í Spyr Meg var í gjár á fundi við landstýrismannin í mentamálum, Jenis av Rana, og aðalstjóran í mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen. Javni skrivar, at nevnin hevði fleiri spurnignar til hægstu umboðini úr Mentamálaráðnum.
Uppá fyrispurningin um arbeiði við eftirskúlanum Rásini í Saltangará svaraði landstýrismannin, at eitt uppskot um útbygging er klárt, men at tað helst fer at ganga ein tíð áðrenn hetta verður veruleiki, tí peningur er ikki settur av til tað.
Spyr Meg spurdi millum annað eisini um, aldursmarkið fyri at koma inn á serbreytirnar á miðnámsskúlunum kundi strikast, soleiðis at eisini næmingar yvir 25 ár kundu sleppa inn. Til hetta fingu tey at vita, at tað nokk ikki var nakað til hindurs fyri tí. Serbreytir eru nú á miðnámsskúlunum á Kambsdali, í Havn, og í Klaksvík. Í løtuni er ikki ætlanin at byrja serbreyt í Suðuroy, tí Mentamálaráðið metir ikki, at næmingagrundarlag er fyri tí.
Møguleikin fyri hægri lestur fyri fólki við serligum tørvi varð eisini umrøtt. Jenis av Rana kom millum annað inn á, at á einum fróðskaparsetri í Íslandi, sum hann hevði vitja, var serbreyt. Mentamálaráðharrin helt, at tað ikki skuldi útilokast, at tað einaferð bleiv ein møguleiki her. Eisini vórðu viðurskiftini viðvíkjandi læruplássum til tey við serligum tørvi umrødd.
Spyr Meg nýtti høvið til at minna mentamálaráðharran á, at tað er niðurfelt í samgonguskjalinum, at "øll skulu hava møguleika at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving", og tey vónaðu, at Mentamálaráðið eisini fór at hava tey við serligum tørvi í huga, so at tey fáa somu møguleikar sum onnur í samfelagnum.
Kelda: Javni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald