Innanlands

Spyr um broytingar í Kringvarpi Føroya

Beinta Løwe vil hava Jenis av Rana at siga hvørjar ætlanir hann hevur við stovninum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-01-09 10:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beinta Løwe tingkvinna fyri Tjóðveldi vil nú hava Jenis av Rana landsstýrismann við mentamálum at svara spurningum um, hvørjar ætlanir hann hevur við Kringvarpi Føroya.

Í viðmerking til skrivligar spurningar sigur tingkvinnan, sum er fyrrverandi starvsfólk á kringvarpinum, at landsstýrismaðurin undir viðgerðini av fíggjarlógini segði, at ætlanir eru um at gera broytingar í Kringvarpinum í vár.

Men landsstýrismaðurin vildi ikki koma nærri inná, hvørjar broytingar, ætlanin er um.

Tí biðir hon nú í grein 52a-spurningi Jenis av Rana svara, hvørjar ætlanir hann hevur.

Tingkvinnan vil eisini vita, um ætlanin er at lækka kringvarpsgjaldið, um ætlanin er at aðrir miðlar skulu fáa burtur av kringvarpsgjaldinum, um tíðindadeildin hjá kringvarpinum aftur skulu koyrast í tvær deildir, sum kappast sínámillum og nær møguligar broytingar verða settar í gildi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder