Innanlands

Spyr um útgjald úr barsilsskipanini

Vit hoyra sjáldan um tey, ið av ymsum orsøkum fáa lítið og einki útgjald úr barsilsskipanini, heldur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-15 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá spurningurin um barsilgjaldið er til umrøðu, verður sjóneykan oftast sett á, at útgjaldið er ov lágt og eigur at verða hækkað, men vit hoyra sjáldan um tey, ið av ymsum orsøkum fáa lítið og einki útgjald úr barsilsskipanini.

Tað sigur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu fyrispurning um málið.

Henrik Old vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu nógvir persónar hava fingið útgjald frá barsilsskipanini, sum er minni enn ávikavist 12.000 og 15.000 krónur um mánaðin seinastu árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder