71,1 prosent av fólkinum ynskir at varðveita hjúnabandslógina sum hon er. Tað vísir kanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjár.
Spurt var um lógin skal varðveitast sum hon er, har samkynd kunnu giftast ella um tey ynskja at lógin verður broytt aftur, so samkynd ikki kunnu giftast.
Ein greiður meiriluti upp á 71 prosent ynskja at varðveita lógina sum hon er og sostatt framhaldandi tryggja samkyndum rættin til at giftast borgarliga. Meiriluti er fyri at varðveita lógina hjá øllum veljarum uttan hjá Fólkaflokkinum, Sjálvstýri og Miðflokkinum.
500 fólk svaraðu kanningini, og óvissan er millum 0,9 og 3,7 prosentstig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald