Ein meiriluti, 54 prosent, av Føroya fólki er framvegis fyri at varðveita verandi skipan við tillagingum, heldur enn at rulla aftur til undanfarnu skipan. Tað vísir spurnarkanning sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjár.
Í mun til hvønn flokk fólk valdu, er greitt at veljarar hjá fráfarandi samgonguni ynskja, at varðveita núverandi skipan við tillagingum. Veljarar hjá teimum trimum flokkunum, sum nú samráðast um nýggja samgongu, eru meira ymiskir á máli.
42 prosent og 30 prosent av veljarunum hjá ávikavist Sambandsflokkinum og Miðflokkinum ynskja núverandi fiskivinnuskipan við tillagingum. Heili 49 prosent av veljarunum hjá Miðflokkinum siga seg ikki vita og 21 prosent ynskja undanfarnu skipan við tillaginum.
Sambandsveljarar eru eisini í iva. 29 prosent siga seg ikki vita, og 29 prosent ynskja undanfarnu skipan við dagføringum.
Fólkafloksveljarar eru tó ikki í iva. 59 prosent av veljarunum ynskja undanfarnu skipan við dagføringum, meðan 18 prosent vilja hava núverandi skipan við tillagingum.
500 fólk vóru spurd í kanningini, sum varð gjørd í gjárkvøldið. Óvissan er millum 0,9 og 3,7 prosentstig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald