Uttanlands

Sri Lanka: Fleiri fólk undir illgruna enn ikki handtikin

Eini 30 fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgangsálopini ganga enn leys, men sambært forsetanum verður hetta skjótt broytt

Hermaður í Colombo (Mynd: Scanpix)

Hermaður í Colombo (Mynd: Scanpix)

2019-05-04 21:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uml. 30 fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgangsálopini í Sri Lanka páskadag ganga enn leys. Tað sigur forsetin í Sri Lanka, Maithripala Sirisena, sambært Politiken.

Hann heldur, at tað er Islamiski Staturin, sum stendur aftanfyri álopini á gistingarhús og kirkjur.

Eftir ætlan skal val haldast í landinum seinni í ár, og forsetin lovar, at øll tey, sum stóðu aftanfyri álopini verða handtikin áðrenn valið verður.

- Valið kann ikki útsetast, tí ætli eg mær áðrenn valið at tryggja støðufesti og at beina fyri yvirgangi, sigur hann.

- Vit hava longu eyðmerkt allir aktivar limir í bólkinum, og nú snýr tað seg bert um at handtaka tey.

Yvirgangsálopini 21. apríl kravdu í minsta lagi 253 mannalív. Millum tey, ið lótu lív vóru trý donsk børn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder