Uttanlands

Sri Lanka: Løgreglustjóri handtikin

Fleiri embætismenn verða ákærdir fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at forða yvirgangsálopinum á páskum

Savnsmynd (Mynd: EPA)

Savnsmynd (Mynd: EPA)

2019-07-02 21:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ovasti løgreglustjórin í Sri Lanka, Pujith Jayasundara, er í dag vorðin handtikin. Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Fyrrverandi verjuleiðarin hjá landinum, Hemasiri Fernando, varð eisini handtikin.

Hesar handtøkurnar koma dagin eftir, at løgmálaráðharrin, Dappula de Livera, segði, at manglandi reaktiónin hjá løgregluni uppá trygdarávaringarnar var eitt brotsverk móti mannaættini, og er tað eisini løgmálaráðharrin, ið vil hava teir skuldsettar fyri hetta. Eisini ynskir de Livera at skuldseta nýggju onnur løgreglufólk fyri tað sama.

Enn er ikki greitt, hvør hevur ábyrgdina, eftir at 258 fólk, harímillum trý donsk børn, lótu lív í yvirgangsálopinum á páskum.

Hemasiri Fernando og Pujith Jayasundara luttóku í einari hoyring í parlamentinum í Sri Lanka, har teir vístu ákærunum aftur. Teir eru fyrstu embætismenninir, sum eru vorðnir handtiknir í sambandi við yvirgangsatsóknini, sum Islamiski staturin hevur tikið ábyrgdina fyri.

Hetta hendi, hóast indiska fregnartænastan var komin við fleiri ávaringum um komandi yvirgangsálop.

Hesar ávaringar komu tó ongantíð fram til forsetan, Maithripala Sirisena, og hevur hann eisini ákært embætismenninar fyri ikki at gera nakað við ávaringarnar úr India.

Men sambært DR, hevur løgreglustjórin sagt fyri parlamentinum, at forsetin hevði biðið hann taka ábyrgdina fyri álopini fyri síðani einaferð at fáa starv sum sendiharri afturfyri.

Hetta noktaði Jayasundara, og síðani varð hann tvungin í farloyvi, og ein annar yvirtók starvið hjá honum. Nú er tað upp til nýggja løgreglustjóran at skuldseta undanmann sín.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder