2019-04-29 17:10
Myndugleikarnir í Sri Lanka herða nú lógina í landinum, eftir yvirgangsálopið páskadag, sum kravdi 253 mannalív.
Í dag varð forboð sett móti at bera siðvanda islamiska klædnabúnan burka í Sri Lanka. Sambært forsetanum í landinum, Maithripala Sirisen, er búnin “ein trygdarvandi og ein merking av fundamentalismu”.
Forsetin hevur tikið avgerð um at forboðið fyri at økja um trygdina og at hjálpa vápnaðu styrkjunum at eyðmerkja brotsmenninar.
Longu fimm dagar eftir álopini hevði eitt gistingarhús sett skelti upp við forboð at bera burka inni hjá teimum, skrivar CNN. Men nú hevur forsetin valt at seta forboðið í gildi um alt landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald