Innanlands

SSL: Fyribils eingin sigling til Nólsoyar

Lýst verður tá Jósup byrjar á leið 90, sigur Strandferðslan

(Mynd: Torben Nielsen)

(Mynd: Torben Nielsen)

2019-09-01 23:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teistin skal á beding í morgin, og í tí skal Ternan, sum vanliga siglir millum høvuðsstaðin og Nólsoy, tí á Sandoyarleiðina at sigla.

Í meðan skal Jósup røkja Nólsoyarleiðina tvær ella tríggjar vikur.

Men fyribils verður eingin sigling á leið 90, sum er leiðin millum Havnina og Nólsoy. Tað skrivar ssl.fo í kvøld.

- Lýst verður tá Jósup byrjar á leið 90, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins.

Tað stendur einki um nakra orsøk, men tað er uttan iva rokið á keiini í Nólsoy seinnapartin og í kvøld, sum er orsøkin til hetta. Tá Ternan kom út til Nólsoyar klokkan 16:40 seinnapartin skipaðu nólsoyingar fyri mótmælistiltaki.

Endar vóru festir á Ternuna, so hon ongan veg fór, og innsiglingin varð stongd. Rampan fór ikki upp, og ferðafólkini sluppu ikki í land. Løgreglan var eisini uppi í leikinum, og aftaná fimm tímar sluppu ferðafólkini í land.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder