Aðalskrivarin hjá ST, António Guterres, fer týsdagin til Moskva at hitta m.o. russiska forsetan, Vladimir Putin og uttanríkismálaráðharra hansara, Sergej Lavrov.
ST upplýsir í tíðindaskrivi, at Guterres og Lavrov hittast til arbeiðsfund og døgurða, og at Putin tekur ímóti honum.
Tað framgongur ikki í tíðindaskrivinum, hvussu leingi hann fer at vera saman við Putin, ella um teir yvirhøvur hava ætlanir um beinleiðis umrøðu av krígnum í Ukraina, skrivar Ritzau.
António Guterres vónar tó at brúka Moskva-ferðina til at umrøða, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa frið í Ukraina.
Hann hevur eisini biðið um at fáa ein fund við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og hósdagin gongur leiðin tí til ukrainska høvuðsstaðin Kyiv, har hann fer at hitta Zelenskyj og ukrainska uttanríkismálaráðharran, Dmytro Kuleba.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald