Uttanlands

ST-aðalskrivarin skal hitta Putin

Hetta verður í sambandi við BRIKS-toppfundin, sum byrjar í Russlandi í morgin

António Guterres (Savnsmynd)

António Guterres (Savnsmynd)

2024-10-21 19:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hesa vikuna fer ST-aðalskrivarin António Guterres til Russlands, og hósdagin skal hann hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.

Tað upplýsir ráðgevi hjá russiska forsetanum, men upplýst verður ikki, hvat teir báðir skulu fundast um, skrivar Ritzau.

Seinast Guterres var í Russlandi var í apríl 2022, tveir mánaðir eftir russisku innrásina í Ukraina.

Fundurin millum Guterres og Putin verður í sambandi við toppfundin hjá BRIKS-felagsskapinum, sum m.a. telja londini Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika.

Tilsamans verða umboð úr 36 londum til staðar á BRIKS-toppfundinum, og 22 teirra verða umboðað av teirra statsleiðarum.

Fundurin verður í russiska býnum Kazan og byrjar týsdagin. Fundurin endar hósdagin, har Putin fer at halda tíðindafund.

António Guterres hevur fleiri ferðir funnist at russisku innrásini í Ukraina, og hevur hann heitt á partarnar um at finna eina friðarliga loysn, sum skal virða sjálvavgerðarrættin hjá Ukraina. Á seinastu vitjan sínari í Russlandi gjørdi hann eisini greitt, hvørja støðu ST hevur í mun til stríðið millum Russland og Ukraina, og tosaði hann við Putin um m.a. at fáa neyðhjálp inn í Ukraina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder