Bæði Russland og Ukraina avrætta krígsfangar á vígvøllinum í Ukraina, og tað er sera ørkymlandi, sigur ST.
Sambært tíðindastovuni AP metir ST seg kunna skjalprógva, at 25 russiskir krígsfangar eru avrættaðir av ukrainum, og at 15 ukrainskir krígsfangar eisini eru avrættaðir av russum. Eisini sigur ST, at krígsfangar verða píndir og útsettir fyri aðrari misnýtslu.
Upplýsingarnar hjá ST byggja á samrøður við uml. 400 krígsfangar, harav helvtin eru ukrainar, og hin helvtin russar.
Russland hevur fleiri ferðir víst aftur, at russar hava framt krígsbrotsverk í Ukraina, men hinvegin hevur Russland áður lagt Ukraina undir at fremja krígsbrotsverk móti russiskum krígsfangum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald