Uttanlands

ST fordømir álop á ukrainskan skúla

Ukrainski forsetin váttaði sunnukvøldið, at álopið hevði kravt 60 mannalív

2022-05-09 08:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin varð ein skúli í bygdini Bilohorivka í ukrainska landslutinum Luhansk raktur av einari bumbu, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj váttaði í gjárkvøldið, at uml. 60 fólk hava latið lív í loftálopinum.

Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at 90 fólk vóru inni í bygninginum, tá hann var álopin, og at um 30 fólk vóru bjargaði úr bygninginum. Stúrt var fyri, at hini 60 øll høvdu latið lív, og hetta váttaði forsetin seinni.

ST hevur fordømt russiska álopið, og sigur aðalskrivarin, António Guterres, at sivilfólk og sivil undirstøðukervi eiga at fáa frið í krígstíðum. Talan er um treytir í altjóða mannarættindalóg, og er tað ikki nakað, sum kann diskuterast, sigur hann. 

– Hetta álopið er ein áminning um, at tað eisini í hesum stríðnum, sum í so mongum øðrum, eru sivilfólk, sum gjalda hægsta prísin.

Eisini barnahjálparfelagsskapurin hjá ST, Unicef fordømir álopið.

Sambært Ritzau er álopið enn ikki váttað frá óheftari síðu, og Russland hevur heldur ikki viðmerkt tað. Men hetta verður mett at vera deyðiligasta álopið, síðan russiska innrásin í Ukraina byrjaði 24. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder