Sameindu Tjóðir ávara nú um, at útlátið av vakstrarhúsgassum framvegis er vaksandi sostatt langt frá teimum lyftunum, sum londini hava givið um at tálma veðurlagsávirkanina.
Samlaða útlátið av koltvísúrni skal minka meira enn sjey prosent hvørt einasta ár fram til 2030, um hitalagið á Jørðini skal haldast innan fyri 1,5 stig, sum avtalað var í Paris 2015.
Hetta merkir, at veðurlagsátøkini skulu í minsta lagið fimmfaldast. Um málið ”bert” er ein hækking á tvey stig, so skulu átøkini trýfaldast, skrivar Ritzau.
Hetta kemur fram í ST-frágreiðingin um ’CO2-gjónna’ (Emissions Gap Report 2019) – ið snýr seg um munin á samtyktu málunum og veruligu átøkini hjá londunum.
Við núverandi verðini verður hitin á Jørðini 3,2 stig heitari enn nú – og tað hevur umfatandi veðurlagsvanlukkur við sær, vísir John Christensen, veðurlagsserfrøðingur hjá Danmarks Tekniske Universitet í Keypmannahavn á.
Nýggja ST-veðurlagsfrágreiðingin snýr seg um átøkini í G20, heimsins 20 størstu búskapum. G20 stendur fyri 75 prosentum av øllum CO2-útlátinum í heiminum.
- Men sjey av G20 londunum hava enn ikki sett nakað í verk fyri at halda núverandi lyftir, sum tó ikki er nóg mikið til at halda málini í Paris-avtaluni, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald