Peningastøðan í Sameindu Tjóðum er alt annað enn góð. Aðalskrivarin Antonio Guterres hevur hevur í brævi til øll 37.000 starvsfólkini í felagsskapinum boðað frá, at tað kann vera, at eingin peningur verður eftir í endanum av mánaðinum, og tískil verða møguliga ongar lønir útgoldnar. Hetta skrivar kvf.fo.
Sameindu Tjóðir hevur heili 230 milliónir dollar í undirskoti. Hetta er 1,56 milliardir krónur.
Orsøkin til støðuna er, at limalondini bert hava rindað 70 prosent av samlaðu upphæddini, sum krevst til virksemið hjá ST.
SVT skrivar, at Guterres hevur sum uppskot, at tað eru bert tær mest neyðugu tænastuferðirnar, ið verða gjørdar fyri at skerja um útreiðslurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald