Uttanlands

ST: Í ár kemur fólkatalið uppum átta milliardir

Sambært nýggjari frágreiðing hjá ST verður mett, at vit vera 8,5 milliardir íbúgvar í heiminum um 15. november – Um ár 2080 verður fólkatalið 10,4 milliardir

India væntast at gerast fólkaríkasta landið í 2023 (Mynd: EPA)

India væntast at gerast fólkaríkasta landið í 2023 (Mynd: EPA)

2022-07-11 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni búgva 7,96 milliardir fólk í heiminum, sambært Worlometers.info, og samlaða fólkatalið í heiminum fer væntandi uppum átta milliardir áðrenn ársskiftið, sigur ST í nýggjari frágreiðing, sum er almannakunngjørt í dag í sambandi við World Population Day.

Væntað verður, at vit koma uppum átta milliardir uml. 15. november. Tað verður eisini mett, at fólkatalið í 2030 kemur uppá 8,5 milliardir, 9,7 milliardir í 2050, og 10,4 milliardir í 2080unum. Síðani verður mett, at tað verður verandi á tí støðinum fram til 2100.

ST væntar eisini, at miðal livialdurin fer upp á 77,2 ár í 2050. Í 2019 var hann 72,8.

Komandi áratíggjuni væntast meira enn helvtin av fólkavøkstrinum at vera í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, Egyptalandi, Etiopia, Filipsoyggjunum, India, Nigeria, Pakistan og Tansania. Eisini vísir frágreiðingin hjá ST, at India komandi ár fer at yvirhála Kina sum heimsins fólkaríkasta land.

Les eisini: Nú eru 54.000 fólk í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder