Uttanlands

ST innkallar til skundfund

Hetta er bert 11. ferð síðan 1950, at hetta kemur fyri

Atkvøðugreiðsla í ST-trygdarráðnum í gjár (Mynd: EPA)

Atkvøðugreiðsla í ST-trygdarráðnum í gjár (Mynd: EPA)

2022-02-28 08:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag skulu 193 limalondini í ST hittast til skundfund um russisku innrásina í Ukraina. Tað er ST-trygdarráðið, sum í gjárkvøldið innkallaði til fund.

Hetta er bert 11. ferð, síðan ST varð stovnað í 1950, at hetta er komið fyri.

Russland atkvøddi ímóti at kalla inn til fundin. India, Kina og Sameindu Arábisku Emiratini atkvøddu ikki, meðan øll hini londini akvøddu fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder