Síðan Assad-stýrið varð koyrt frá fyrst í desember, eru nærum 200.000 sýrisk flóttafólk farin heimaftur til Sýria, boðar Filippo Grandi, hásendifólk hjá ST í flóttafólkamálum, frá á sosiala miðlinum X.
ST-flóttafólkastovnurin UNHCR metir, at í tíðarskeiðnum 8. desember til 16. januar eru 195.200 fólk farin heimaftur til Sýria. Tað er serliga økini Aleppo og Arr-Raqqa, sum flóttafólk eru farin heim til.
Hvaðani hesi flóttafólkini eru komin, verður ikki upplýst, men grannalandið Turkaland er tað landið, sum hevur hýst flest flóttafólk úr Sýria. Umleið 2,9 milliónir sýrar hava leitað sær friðskjól í Turkalandi, síðan kríggið í Sýria byrjaði í 2011.
Eisini í grannalandinum Libanon eru nógv sýrisk flóttafólk. Mett verður, at talið er omanfyri tvær milliónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald