Uttanlands

ST: Nærum átta milliónir fólk rýmd úr Ukraina

Tilsamans eru nærum 14 milliónir ukrainskir borgarar rýmdir úr heimi sínum, harav 7,9 milliónir eru farnir av landinum

Her síggjast ukrainsk flóttafólk, sum júst eru komin til Przemysl í Póllandi (Mynd: EPA)

Her síggjast ukrainsk flóttafólk, sum júst eru komin til Przemysl í Póllandi (Mynd: EPA)

2023-01-09 11:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kríggið í Ukraina, sum byrjaði í februar í fjør, hevur elvt til størsta flóttafólkastreymin síðan seinna heimsbardaga, og talið á fólki, sum rýma úr Ukraina, er framvegis vaksandi.

Sambært nýggjari uppgerð hjá ST, sum DR endurgevur, eru fleiri enn 7,9 milliónir fólk rýmd úr Ukraina, og 5,9 milliónir eru rýmd úr heimi teirra til onnur støð í landinum.

Tilsamans er sostatt talan um nærum 14 milliónir flóttafólk, og tað svarar til, at umleið triði hvør ukraini er rýmdur úr heimi sínum orsakað av krígnum.

Fyri einum ári síðani búði góðar 41 milliónir fólk í Ukraina, um Krim-hálvoyggin, sum Russland hevur hersett, ikki verður tald við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder