Uttanlands

ST: Okkara flóttafólkalegur í Rafah eru tómar

Allar tær 36 flóttafólkalegurnar, sum ST-felagsskapurin UNRWA hevur ábyrgd av í býnum Rafah eru nú tómar

Eitt álop á eina flóttafólkalegu í Rafah kravdi í minsta lagi 35 mannalív 26. mai (Mynd: UNRWA)

Eitt álop á eina flóttafólkalegu í Rafah kravdi í minsta lagi 35 mannalív 26. mai (Mynd: UNRWA)

2024-06-03 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Allar tær 36 flóttafólkalegurnar í Rafah, sum felagsskapurin UNRWA hevur ábyrgd av, eru tómar.

Tað sigur UNRWA, sum er ST-felagsskapur fyri palestinsk flóttafólk í Gaza.

– Tað er her, fólk leita sær friðskjól og til eina hvørja tíð eiga at vera vard undir ST-flagginum, sigur stjórin fyri UNRWA Philippe Lazzarini, sum leggur afturat, at tey hava verið noydd at gevast við øllum heilsutænastum og øðrum umráðandi uppgávum í Rafah.

Familjur í túsundatali eru rýmdar undan ísraelskum álopum á Rafah, og UNRWA metir, at 1,7 milliónir fólk eru rýmd í Gaza. Í løtuni fara nógv m.a. til býin Khan Younis og onnur øki mitt í Gaza, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder