Uttanlands

ST: Russland avrættað 77 sivilfólk undir krígnum

Sambært frágreiðing hjá ST hava bæði russar og ukrainar framt tilvildarligar handtøkur av sivilfólki og útsett tey fyri píning

Butja, Ukraina (Mynd: Reuters)

Butja, Ukraina (Mynd: Reuters)

2023-06-28 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Undir krígnum í Ukraina hevur Russland avrættað 77 sivilfólk, sum hava verið afturhildn uttan nærri frágreiðing, vísir frágreiðing hjá ST, sum varð útgivin týsdagin.

Talan sigst at vera um 72 menn og fimm kvinnur. Umframt hetta doyðu tveir mans, eftir at teir vórðu píndir og fingu noktað læknahjálp.

Frágreiðingin, sum byggir á 1.136 samrøður við offur, vitni og onnur, hevur skjalprógvað tilsamans 864 tilvildarligar handtøkur av sivilfólki. Handtøkur uttan nakra frágreiðing.

Tað er eisini skjalprógvað, at ukrainar hava framt 75 tilvildarligar handtøkur, og at yvir helvtin av teimum handtiknu vórðu útsett fyri píning, men sambært Ritzau hava eingi prógv verið um, at ukrainar skulu hava avrættað sivilfólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder