placeholder
Uttanlands

ST samtykt nýtt heimskort

Á nýggja kortinum, sum 164 ST-limalond hava góðkent, eru USA og Evropa minni, meðan Afrika er størri.

Nýggja kortið (Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

Nýggja kortið (Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-05 16:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ST-limalondini hava góðkent eitt nýtt heimskort, sum betrar um "neyvleikan av kortsligu avmyndanini av heiminum".

164 ST-lond atkvøddu fyri, meðan USA atkvøddi ímóti, og seks lond  - Estland, Georgia, Litava, Moldova, Serbia og Ukraina - atkvøddu ikki, skriva altjóða miðlar.

Við ST-samtyktini verður heitt á limalond um at brúka eitt nýtt heimskort í staðin fyri siðbundna Mercator-heimskortið frá 1569.

Munurin á hesum báðum kortunum er m.a., at Afrika er størri á nýggja kortinum, meðan Norðuramerika og Evropa eru minni.

Á gamla kortinum eru økini við miðkringin munandi minni, enn tey eru í veruleikanum, meðan tey, sum eru langt frá eru størri, enn tey veruliga eru.

Á Mercator-kortinum síggja Grønland og Afrika eitt nú út til at vera eins í stødd, hóast Afrika í veruleikanum er 14 ferðir størri enn Grønland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder