Uttanlands

ST: Talið á avrættingum í Iran er vaksandi

Sambært ST-frágreiðing vórðu fleiri enn 100 persónar avrættaðir í Iran í fyrsta ársfjórðingi av hesum árinum

Nada Al-Nashif, ST-varakommisserur (Mynd: EPA)

Nada Al-Nashif, ST-varakommisserur (Mynd: EPA)

2022-06-22 21:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu fleiri enn 100 persónar avrættaðir í Iran, vísir frágreiðing hjá ST.

Í tíðarskeiðnum 1. januar til 20. mars 2022 vórðu í minsta lagi 105 persónar avrættaðir. Og talið á avrættingum í Iran er vaksandi, sigur Nada Al-Nashif, ST-varakommiserur fyri mannarættindi, sambært Rizau.

– Meðan 260 einstaklingar vórðu avrættaðir í 2020, vórðu í minsta lagi 310 avrættaðir í 2021, sigur hon og leggur afturat, at nógv av teimum, sum eru avrættað í ár eru partur av einum minnilutabólki.

Deyðarevsing verður framvegis brúkt í sambandi við dómum, sum ikki svarar til "tey mest álvarsomu brotsverkini", og á tann hátt samsvara revsingarnar ikki við tað, sum vanliga verður mett sum rættvísur rættargangur, sigur hon.

Eitt nú vórðu 52 persónar í mars dømdir til deyða fyri lógarbrot, sum snúðu seg um rúsevni.

Nada Al-Nashif finst eisini at Iran fyri framvegis at brúka deyðarevsing til ómyndigar borgarar, og tað er í stríð við altjóða lóg.

Hon sigur, at í tíðarskeiðnum august 2021 og mars 2022 eru í minsta lagi tveir persónar, sum framdu brotsverk, meðan tey vóru ómyndugir, avrættaðir. Umframt hetta sita fleiri enn 85 ómyndigir persónar í løtuni á deyðsgongini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder