2022-01-11 18:45

Í august í fjør tók harðrenda Taliban-stýrið yvir í Afganistan. Hetta hevur havt grundleggjandi broytingar við sær, og framtíðin hjá landinum í Asia er meira óviss en áður.
Støðan vekir stúran hjá millum annað Sammeindu Tjóðum, og í dag hevur ST biðið síni gevaralond um at stuðla - við samanlagt 29 milliardum krónum.
Hetta skriva Reuters og aðrar tíðindastovur.
Talan er um eitt slag av hjálparpakka, ið sambært ST hevur avgerandi týdning fyri at tryggja eitt fíggjarligt grundarlag fyri framtíðina hjá fólki í Afganistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald