Næsta ár verður tørvur á 269 milliardum krónum til at nøkta tørvinum á neyðhjálp kring heimin, staðfestir ein nýggj frágreiðing frá ST í dag.
ST sigur, at 274 milliónir fólk fáa brúk fyri neyðhjálp komandi ár, og tað er ein vøkstur á 17 prosent í mun til í ár, tá tørvurin longu var metstórur.
Hetta merkir, at 29. hvør persónur í heiminum fer at fáa tørv á hjálp í 2022. Samanborið við 2015 er hetta ein vøkstur á 250 prosent, har mett var, at 95. hvør persónur hevði tørv á neyðhjálp.
Tørvurin er størri enn áður orsakað av koronukreppuni, veðurlagsbroytingum og trupulleikum, sum hava send fólk a markið til hungursneyð.
Sambært Ritzau eru tað serliga í Afghanistan, Etiopia, og Myanmar, at tørvurin er øktur seinasta árið. Eisini er tørvur á neyðhjálp í Sýria og Jemen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald