Uttanlands

ST-trygdarráðið krevur vápnahvíld í Gaza

Hesaferð brúkti USA ikki veto-rætt sín – óvist er tó um partarnir fara at rætta seg eftir samtyktini

Stórar oyðilegginger í Gaza og 32.000 fólk hava higartil latið lív (Mynd: EPA)

Stórar oyðilegginger í Gaza og 32.000 fólk hava higartil latið lív (Mynd: EPA)

2024-03-25 17:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ST trygdarráðið krevur nú, at tað í stundini kemur vápnahvíld í lag í Gaza, og at gíslarnir verða leyslatnir.

USA atkvøddi ikki fyri uppskotinum tá atkvøtt varð í dag, meðan hini 14 londini í trygdarráðnum atkvøddu fyri.

Hetta er fyrstu ferð, at semja er í trygdarráðnum um at krevja vápnahvíld í ósemjuni millum Ísrael og hernaðarligu palestinsku rørsluna, Hamas.

Samtyktin krevur eina “vápnahvíld í stundini” nú undir verandi muslimska fastumánaðinum, ramadan. Og at hetta kann verða til eina varandi vápnahvíld.

Uppskotið til samtykt varð lagt fram av teimum tíggju londunum í trygdarráðnum, sum ikki eru fastir limir, skrivar Reuters.

- Palestinska fólki hevur liðið nógv. Hetta blóðbaðið hevur vart alt ov leingi. Tað er okkara plikt at støðga hesum blóðbaðnum áðrenn tað er ov seint, segði Amar Bendjama, ST-sendiharrin hjá Algeria.

Føstu limalondini, sum kunnu leggja veto fyri slíkum uppskotum, eru USA, Russland, Kina, Frakland og Stórabretland.

[object Object]
Linda Thomas-Greenfidle, ST-sendikvinna hjá USA (Mynd: EPA)

Amerikanska stjórnin hevur higartil í seks mánaða longu ósemjuni verið ímóti orðinum vánahvíld, og hevur fleiri ferðir gjørt brúk av rætti sínum at leggja veto, altso at sýta fyri at uppskot verða samtykt og fáa gildi.

Men í takt við vaksandi talinum av deyðum og óttanum fyri hungursneyð í Gaza, er alsamt størri trýst lagt á USA , og í dag valdi USA at lata vera við at atkvøða.

Hetta er ikki væl móttikið í Ísrael.

Amerikanska ST-sendikvinnan, Linda Thomas-Greenfield, sigur, at USA lat vera við at atkvøða, tí USA ikki kann standa inni fyri øllum, sum stendur í samtyktini, og tí hon ikki hevði eina fordøming av Hamas við.

Samstundis sigur hon, at USA tekur undir við fleiri av punktunum í samtyktini.

- Ein vápnahvíld kann byrja í somu løtu, sum gíslarnir verða leyslatnir, og tí mugu vit leggja trýst á Hamas fyri at gera júst tað, sigur Thomas-Greenfield.

Samtyktin krevur, at Hamas beinanvegin og uttan treytir letur allar gíslarnar leysar, ið vórðu tiknir í sambandi við álopið á Ísrael 7. oktober. Sambært Ísrael er talan um 253 gíslar.

Samtyktin er fólkarættarliga bindandi, og leggur tí meira trýst á báðar partarnar í ósemjuni. Tað er tó óvist um og í hvussu stóran mun Ísrael og Hamas fara at rætta seg eftir henni.

Yvir 32.000 fólk hava latið lív í ísraelskum álopum í Gaza, upplýsir heilsumálaráðið í Gaza. Umleið 1.200 fólk doyðu, tá Hamas leyp á Ísrael 7. oktober.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder