Nærum tvær milliónir børn á Afrikanska Horninum, sum er rakt av ringasta turkinum í áratíggju, eru í vanda fyri at svølta í hel, sigur Martin Griffiths, ST-stjórin fyri neyðhjálp.
Partar av Kenja, Somalia og Etiopia uppliva nú ringasta turkin í yvir 40 ár, og tí svølta yvir 15 milliónir fólk, og hirðar og bøndur hava mist uml. tríggjar milliónir djór.
Fyrr í hesum mánaðinum søgdu fleiri ST-stovnar í fráboðan, at Afrikanska Hornið hevur upplivað regntrot, vaksandi prísir á matvørur og væntandi fígging frá vælgevarum.
ST metir, at tørvur er á uml. 10 milliónum krónum.
Veðurlagsnevndin hjá ST hevur áður ávarað um ógvusligt veður sum eitt nú hitabylgjur, turkur og vatnflóð fer at vera alsamt meira vanligt komandi áratíggjuni, meðan veðurlagið broytist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald