Uttanlands

ST við áheitan um vápnahvíld

A ST-aðalfundi fríggjadagin atkvøddu 120 lond fyri einari yvirlýsing við áheitan um vápnahvíld – Yvirlýsingin er tó ikki bindandi

(Mynd: ST)

(Mynd: ST)

2023-10-28 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á ST-aðalfundi fríggjadagin samtykti ein stórur meiriluti eina yvirlýsing við áheitan um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas alt fyri eitt.

120 lond atkvøddu fyri, og 14 lond atkvøddu ímóti, harímillum Ísrael og USA. 45 lond, harímillum Kanada, Svøríki, Ukraina, Stórabretland, og Týskland, atkvøddu ikki.

Tað var 7. oktober, at Hamas leyp á Ísrael og drap yvir 1.400 fólk og tóku yvir 200 gíslar. Palestinskir myndugleikar siga, at í minsta lagi 7.000 hava latið lív í mótálopunum hjá Ísrael.

Jordan átti uppskotið til yvirlýsingina, sum tó ikki er bindandi. Kanada royndi at broyta yvirlýsingina, so hon eisini skuldi fordøma álopini og gíslatøkuna hjá Hamas, men tað eydnaðist ikki. Sambært Ritzau atkvøddu 88 lond fyri broytingaruppskotinum, harímillum USA. 55 atkvøddu ímóti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder