Síðan stríðið millum herin og hálvhernaðarliga felagsskapin Rapid Support Forces (RSF) breyt út miðskeiðis í apríl, eru yvir 100.000 fólk rýmd úr Sudan, upplýsir talsfólk fyri flóttafólkafelagsskapin hjá ST, (UNHCR).
Fleiri enn 330.000 fólk hava eisini verið noydd at rýma úr heimi sínum orsakað av stríðnum, og mett verður at yvir 800.000 fólk kunnu enda við at rýma úr landinum.
Stríðið í Sudan snýr seg um eina ósemju um, hvørt núverandi hernaðarstýrið í Sudan skal skiftast út við einum sivilum stýri.
Ófriðurin hevur higartil kravt fleiri enn 500 mannalív, og nærum 5.000 fólk eru særd sambært almennu tølunum. Veruligu tølini verða tó mett at vera hægri, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald