Fleiri enn 8.000 sivilfólk hava higartil latið lív í krígnum í Ukraina, og nærum 13.300 eru vorðin særd, vísir uppgerð hjá ST.
ST metir tó, at munandi fleiri eru deyð enn almenna upgerðin vísir.
61,1 prosent av teimum deyðu eru menn, og 39,9 prosent eru kvinnur. Talið á børnum, ið hava latið lív er í minsta lagi 487, og í minsta lagi 954 børn eru vorðin særd. Uml. 90 prosent av teimum deyðu vórðu dripin av spreingievni.
ST sigur eisini, at nærum 18 milliónir fólk í Ukraina hava tørv á neyðhjálp, og 14 milliónir eru rýmd frá húsum.
Fríggjadagin 24. februar er júst eitt ár liðið, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina, og í hesum sambandi hava ukrainskir skúlar fingið boð um at nýta fjarundirvísing, tí stjórnin óttast, at Russland fer at markera ársdagin við fleiri rakett- og dronuálopum, skrivar DR.
Hetta verður galdandi til og við fríggjadagin fyri at "verja øll í útbúgvingarskipanini".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald