
Yvir ein milliard fólk í heiminum liva í løtuni í stórum fátækradømi, og umleið helvtin av teimum eru børn, vísir nýggj frágreiðing, sum kom út hósdagin.
Frágreiðingin er gjørd av ST-menningarfelagsskapinum UNDP og bretska granskingarstovninum Ophi.
Talið á fólki í fátækradømi í londum, sum eru í kríggj, er tríggjar ferðir hægri enn talið í øðrum londum, framgongur m.a. í frágreiðingini.
Eisini verður sagt, at 584 milliónir fólk undir 18 ár liva í "stórum fátækradømi". Tað svarar til 27,9 prosent av øllum børnum í heiminum. Fyri vaksin er talið 13,5 prosent, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald