Innanlands

Staðfest: Myndugleikar í Danmark mæltu ikki til heilt ógvuslig tiltøk í mars

Tað var hinvegin ein avgerð, sum varð tikin í forsætismálaráðnum. Hetta er greitt í frágreiðingini, sum óheftir serfrøðingar hava gjørt av handfaringini av koronastøðuni hjá stjórnini

Mette Frederiksen er komin undir størri trýst, nú tað sambært einari stórari frágreiðing er greitt, at hon segði ósatt fyri dønum 11. mars í fjør (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen er komin undir størri trýst, nú tað sambært einari stórari frágreiðing er greitt, at hon segði ósatt fyri dønum 11. mars í fjør (Mynd: EPA)

2021-01-29 15:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At Danmark meira ella minni "stongdi landið" 11. mars orsakað av koronastøðuni kollvelti gerandisdagin hjá landsins íbúgvum og settu nógvar fyritøkur undir trýst og sendi nakrar av knóranum. Hetta varð gjørt fyri at verja heilsuna hjá borgarunum í einari óvissari tíð, og forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, segði frá røðarapallinum, at tað var eftir tilmæli frá myndugleikunum, at alt óneyðugt virksemi varð støðgað fyri at vera á tí tryggu síðuni.

Hetta var ikki rætt.

Tað staðfestir ein óheft frágreiðing/kanning, ið ein bólkur av serføðingum - millum annað professarum - hevur gjørt. Sjey politiskir flokkar bóðu um eina slíka frágreiðing í summar. Hetta fyri at vita hvussu koronahandfaringin í Danmark var farin fram - serliga fyrstu tíðina. 595 síður eru skrivaðar, og úrslitið fyriliggur nú.

Tað vísur greitt, at Mette Frederiksen 11. mars í fjør segði ósatt. Einki er funnið, sum bendir á, at heilsumyndugleikar ella aðrir myndugleikar mæltu til, at Danmark fór so ógvusliga niður í ferð. Komið er fram til, at avgerðin varð tikin í forsætismálaráðnum - í Statsministeriet. Hetta skrivar millum annað tv2.dk.

Sunhedsstyrelsen var í mars til reiðar at skera virksemið í samfelagnum niður - tó ikki í ein stóran mun  sum tað varð - og endamálið við kanningini var ikki at leggja nakað skuld á nakran, skrivar Fólkatingið í kunningarskrivi. Tað var at læra nakað av tilgongini. Hetta leggur tó meira trýst á Mette Frederiksen, sum hevur verið fyri atfinningum fyri at taka ov nógvar avgerðir sjálv undir farsóttini. Forsætisráðharrin noyddist eisini at hoyra uppá nógv, tá frágreiðingin varð løgd fram í Fólkatinginum seinnapartin. Har staðfestu limir úr millum annað stóra anstøðuflokkinum Vinstra, at Mette Frederiksen leyg fyri dønum, tá hon legði Danmark meira ella minni lamið 11. mars 2020.

Dagin eftir fóru Føroyar eisini ógvusliga nógv niður í ferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder