Innanlands

Staðfest smittu á Landssjúkrahúsinum

Ein innlagdur sjúklingur og eitt starvsfólk á Landssjúkrahúsinum vórðu staðfestir positiv við covid-19 í gjár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-12-20 17:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin vóru tveir smittutilburðir staðfestir á Landssjúkrahúsinum.

Talan er um ein innlagdan sjúkling og eitt starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, sum eru smittað við koronu. Sjúklingurin er fluttur á koronadeildina og starvsfólkið er farið í sóttarhald, skrivar Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi.

Starvsfólkadeildin á Landssjúkrahúsinum og Landslæknin eru í tøttum samstarvi um smittusporingina. 

Sjúklingarnir sum liggja á raktu deildini vórðu beinanvegin í gjár kannaðir fyri koronu, og øll kanningarúrslitini eru negativ. Sjúklingarnir eru nú fluttir á einastovur í 10 dagar og verða kannaðir aftur annan hvønn dag næstu 10 dagarnar.

Starvsfólkini, sum hava verið í sambandi við tey bæði smittaðu, eru eisini kannaði. Øll úrslitini eru ikki tøk enn, men, tey, sum hava fingið svar, eru negativ. Starvsfólkini eru farin heim í sóttarhald, og verða kannaði aftur annað hvønn dag næstu seks dagarnar.

Taka nýggj stig í Sjúkrahúsverkinum
Fyri at binda um heilan fingur, tekur Sjúkrahúsverkið nú nýggj stig fyri at forða fyri, at koronasmittan kemur inn aftur á sjúkrahúsini. Hesi tiltøk ávirka sjúklingar og avvarðandi. Tiltøkini eru m.a. hesi:

• Latið verður fyribils aftur fyri øllum vitjandi. Eru serligar umstøður, sum tala fyri, at ein sjúklingur fær vitjan, skal hetta avtalast við deildina.

• Allir akuttir sjúklingar skulu brúka masku fyri nøs og munn til negativt COVID-19 svar fyriliggur

• Sjúklingar skulu so vítt gjørligt ikki flytast millum deildir og sjúkrahús

Sjúkrahúsverkið fylgir gongdini neyvt og fer at gera neyðugar tillagingar, so hvørt støðan við koronu broytist.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder