Ongar ætlanir eru um at gera broytingar í staðsetingini av Heilsuskúla Føroya. Heldur er ætlanin at styrkja skúlan og útbyggja tær skipanir, sum skúlin longu hevur.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í svari til fyrispurning hjá Súsonnu Bertholdsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.
Súsanna Bertholdsen vildi hava at vita, um ætlanir vóru um at lata upp eina deild av Heilsuskúla Føroya, sum er staðsettur í Suðuroynni, aðrastaðni í landinum.
Eisini vildi hon vita, hvørjum landsstýrismaðurin arbeiðir við fyri at royna at loysa starvsfólkatrupulleikan innan røktar- og umsorganarøkini.
Eitt, sum arbeitt verður við, er møguleikin fyri løn undir útbúgving, sigur landsstýrismaðurin.
– Løn undir útbúgving er eitt kjarnuátak fyri at fáa fleiri faklærd á økinum. Tí verður arbeitt miðvíst fyri at tryggja útbúgvingarbólkunum á røktar-og umsorganarøkinum løn undir útbúgving. Hetta krevur tó, at fleiri partar lyfta í felag. Her verður serliga hugsað um land og kommunur, sigur hann.
– Eitt miðvíst arbeiði er longu gjørt fyri at lýsa, hvørjir møguligir leistir eru fyri tryggja løn undir útbúgving. Tað næsta stigið er, at støða nú verður tikin til, hvør rætti leisturin er, og hvussu fíggingin kemur at hanga saman.
Kannað verður eisini, um til ber at fáa fleiri næmingakømur tætt við Heilsuskúlan, og eisini er mann nær við at finna eina loysn, sum kann tryggja, at lesandi á Heilsuskúlanum skulu fáa møguleika at lesa víðari á Fróðskaparsetrinum, sigur landsstýrismaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald