Innanlands

Stak friðarlig nátt

Nógv fólk hava verið í býnum, men kortini hevur verið friðarligt, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-09 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt vóru nógv fólk í býnum í høvuðsstaðnum, og hevur løgreglan eisini verið til staðar í náttarlívinum, og sum heild hevur verið stak friðarligt, verður sagt av politistøðini í morgun.

Onkrar ósemjur hava verið, sum løgreglan hevur verið noydd at blandað seg uppí, men annars hevur alt gingið friðarligt fyri seg.

Løgreglan hevur verið og kannað skeinkistøðini, og har var einki at finnast at. Eisini hevur løgreglan verið og kannað ferðsluna í Suðuroynni, men eisini har var alt í lagi, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder